Rotta er eitt skaðadjór, sum er til stórt fortreð har hon fær fótin fyri seg, kanska serliga í fuglabjørgunum og í haganum.
Tí eru myndugleikarnir farnr í herferð ímóti rottuni og í tí sambandi verða krøv sett til kommunurnar um, hvussu tey skulu koma hesi pláguni til lívs.
Men í Sundalagnum ganga tey heilt nýggjar leiðir fyri at týna rottuna. Tey hava nevniliga gjørt samstarv við ein, sum eigur ein hund, sum er servandur í at týna rottu.
Hetta er ein »danskur-svenskur garðshundur, sum er tað hundaslagið ið verður brúkt at týna rottu við.
Hetta er eitt samstarv, sum kostar kommununi góðar 8.000 krónur um mánaðin, men Eyðstein Zacharisen, borgarstjóri sigur, at tað allar pengarnar vert.
Hann sigur, at tað 11 bygdir í Sunda kommunu og tilsamans eru hagapartarnir 29 í tali.
– Tað er ikki yvir at dylja, at sum so nógva aðrastaðni, er rottan eisini ein trupulleiki hjá okkum, sigur borgarstjórin.
Tí er tað neyðugt at brúka øll vápn fyri at týna hana, og tað er ein sannroynd, at eitur virkar bara til eitt vist, sigur hann.
Tí hava tey tikið samstarv við tann, sum eigur ein servandan rottuhund og hann grevur seg niður í rottuholurnar og rottureiðrini, og beinir fyri rottunum.
Ein partur av avtaluni er, at býráðið kann senda boð eftir honum har fólk verða varug við rottu, men annars fer eigarin eisini runt um í kommununi við hundinum at leita eftir rottu.
Hann kann eisini snodda seg fram til, hvar rotta er og tað ger arbeiðið at leggja eitur út, nógv miðvísari enn tað er nú.
– Eyðstein Zacharisen sigur, at hundurin er rættiliga effektivur og hann er eitt gott amboð at hava afturat í arbeiðnum at týna rottuna.