Ongi úrslit

Tóku fýra bilførarar í gjár - minst ein missur koyrikortið

Áki Bertholdsen
15. mai kl. 07:41

Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna og í tí sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir.

Í hvussu so er ein av teimum missur koyrikortið og tað ger hann fyri at koyra minst 122 kilometrar á einum strekki á Skipanesi har tað er loyvt at koyra 80.

Hjá einum øðrum bilførara, sum varð tikin í Havn í gjárkvøldið, er koyrikortið í vanda. Tá ið løgreglan steðgaði honum og bað hann blása í alkometri, slóð tað út, so hann er skuldsettur fyru at koyra við kenning.

Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvussu revsingin verður ásett.

Somuleiðis varð ein bilførari tikin á strekkinum uttan fyri Kollafjarðartunnilin fyri at koyra meiri enn 20 kilometrar skjótari enn loyvt er og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið.

Og somuleiðis varð ein tikin í Kollafjørði fyri at brúka fartelefon ímeðan hann koyrdi og tað fær hann somuleiðis klipp í koyrikortið fyri, umframt at hann fær 1.500 krónur í bót.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57