Ongi úrslit

Tølini siga at gjøgnumtrekkurin er væl størri í NSÍ

Úrslitið í Sarpugerði í kvøld var tað sama, sum tað var fyri einum lítlum ári síðani, tá ið NSÍ var undirmannað í meiri enn 80 minuttir

Jóannes Hansen
9 tímar síðan

Í kvøld styrkti NSÍ um sína støðu sum topplið. 3-3 á útivølli ímóti Víkingi ber við sær, at NSÍ nú er topplið og trý stig frammanfyri KÍ, sum fríggjakvøldið verður gestur í Runavík, áðrenn bæði KÍ og NSÍ fara at spæla í Europa.

Úrslitið í Gøtu í kvøld var nett tað sama, sum tað var, tá ið NSÍ og Víkingur spældu á sama vølli fyri einum lítlum ári síðani. 18. august í fjør endaði tað 3-3, tá ið NSÍ var gestur í Sarpugerði. Minnisríkt frá tí dystinum var, at NSÍ miðverjin Lars Manrud longu í fjórða minutti sá beinleiðis reytt kort, og harvið var NSÍ undirmannað í meiri enn 85 minuttir.

Kortini megnaði NSÍ at vera frammanfyri 3-1, inntil tað restaðu 16 minuttir. So skoraði Víkingur tvær ferðir, og úrslitið varð 3-3.

Á liðnum hjá Víkingi í kvøld vóru 9 spælarar, sum eisini vóru millum teir fyrstu ellivu 18. august í før. Teir báðir, sum vóru við frá fyrsta bríksli í fjør, og sum ikki vóru tað í kvøld, vóru Ari Olsen og Olaf Bárðarson.

Á liðnum hjá NSÍ í kvøld vóru tað bara 3 spælarar, sum eisini vóru millum teir fyrstu ellivu 18. august í fjør. Teir vóru Daniel Obbekjær, Beinir Nolsøe og Jann J. Benjaminsen.

4-1 HB sigurin ímóti Skála ÍF í kvøld var fyrsta ferðin í ár, at HB í Meistaradeildini skoraði fýra mál.

Sigurin ber eisini við sær, at HB nú er seks stig frá bronsuplássinum, og at tað eru 9 stig aftur til niðurflytingarpláss.

4-1 tapið ber við sær, at Skála ÍF framvegis er niðast.

B68 tapti í kvøld 1-0 á heimavølli ímóti AB. Tapið ber við sær, at B68 er undir niðurflytingarstrikuni saman við Skála ÍF. Leygardagin hittast tey bæði undir niðurflytingarstrikuni undir Mýruhjalla á Skála.

AB sigurin í kvøld hevur verið sær, at AB nú er 8 stig frá niðurflytingarplássi, og tað eru 7 stig frá AB og fram til bronsuplássið.

 

 

Víkingur – NSÍ 3-3 (3-1)

1-0: Aron Benjaminsen 8.

2-0: Sølvi Vatnhamar 32.

2-1: Aron Knudsen 41.

3-1: Jørgen Nielsen 45.

3-2: Petur Knudsen br 53.

3-3: Tobias Hestad 75.

 

B68 – AB 0-1 (0-1)

0-1: Brian Jakobsen 39.

 

HB – Skála ÍF 4-1 (2-0)

1-0: Stefan Radosavljevic 34.

2-0: Jákup L. Thomsen 42.

2-1: Markus Isaksen 58.

3-1: Heini Sørensen 72.

4-1: Noah Mnenéy 93.+

NSÍ

15

10

3

2

30

16

33

15

8

6

1

31

12

30

B36

15

7

6

2

27

18

27

Víkingur

15

5

8

2

22

16

23

HB

15

6

3

6

24

22

21

AB

15

6

3

7

21

23

20

EB/Streymur

15

3

5

7

16

22

14

07 Vestur

15

4

1

10

11

26

13

B68

15

3

3

9

17

34

12

Skála

15

2

5

8

14

24

11

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17