Oljuprísurin er nú so høgur, sum hann aldrin hevur verið fyrr, í hvussu so er ikki so leingi nakar minnist. Seinast Magn broytti prísin var 2. oktobur, men Effo broytti prísin nú 19. oktobur.
Í talvuni niðan fyri sæst, hvussu prísurin er hjá teimum báðu stóru oljufeløgunum nú á miðdegi í dag.
.Nú stendur veturin fyri durum og tá brenna vit munandi meiri húsarhaldsolju enn vit gera um summarið.
Men hvørgin stjórin í teimum báðu stóru oljufeløgunum tora at siga nakað sum helst um, hvønn veg prísirnir fara.
Og tað eru tað eru útlendskir greinarar eisini ógvuliga ójavnir á málið um, tí summir siga, at prísirnir fara munandi upp afturat, men aðrir halda upp á, at nú fer hann at lækka.
Summi siga, at tað er eitt pínumark fyri, hvussu høgar prísir, eitt nú vinnlívið tolir áðrenn eftirspurningurin fer at minka, og so lækka prísirnir aftur.
Stjórarnir í Effo og Magn siga báðir, at støðan úti í heimi er so ótrygg, at tað er ómøguligt at siga, hvat fer at henda. Av tí sama er stór óvissa um veitingarnar av olju
Talan er bæði um kríggið í Ukraina, tí eingin veit, hvat fer at henda har. Støðan í Hormuz er eisini sera ótrygg av krígnum í Iran og harafturat er støðan ótrygg í Saudi Arabia, sum eisini er fyri álopi frá houthiarum í Yemen.
Øll hesi viðurskifti gera, at prísirnir skifta - men í seinastuni eru prísirnir mest hækkaðir.
Flestu eru kortini samd um, at prísirnir fara at vera høgir, ella í minsta lagi, lutfalsliga høgir í eina tíð afturat.