Tað var ein stór løta í Løkshøll í kvøld, ja, ein av teimum heilt stóru. Frumsýning av kykmyndini Verdandi. Fyribils er hon ikki sodnað enn, kykmyndin, men situr tú rúnarbundin í góðar tveir tímar, so hevur onkur rakt rætt. Eri ikki førur fyri at ummæla eina kykmynd, eigi ikki førleikan, men kanska ein leyslig viðmerking fer at koma sum frálíður.
Framleiðararnir heittu á meg frammanundan um at siga eitthvørt áðrenn sýningina, og burturúr hesum kom hetta kutið:
So tigandi alt skal vera
Ongin dagstovnur var í Syðrugøtu, táið eg vaks upp í bygdini. Vit reikaðu um svæðini, spældu bólt, svumu og runnu undan aldunum niðri á Sandi og stóðu millum bygdarmenninar á seiðabergi framvið brimgarðinum út eftir serstøku og bogaðu kei´ini. Vit hingu uppi í abba, táið hann tók ímóti fiski úti í Ráfiskakjallaranum, táið hann ambætaði onkrum frá benzinpumpuni ella helt skil á tølunum á skrivstovuni – kantórinum - í handlinum. Onkran túrin gjørdu vit við hjólbøru heim í Júksnará við ull at tváða. Á tromini, dygst í uppganginum, táið ringa lagið var á Víkini, og hav og himmal at kalla gingu saman í eitt, vóru snórar spentir upp ímillum neystini og fjósið, og har hingu hvørt um annað ull og troyggjur. Innanvert var kjallarin í húsum okkara. Komin um dyrnar rendi tú teg í vaskibrunnar og eina í barnaeygum ovurstóra sentrifugu. Í einum skoti gekk ein bindimaskina kyk, og í stovuni - vanliga rópt Bindistovan – sótu konur og tøttu – einsæris ella í felag. Har sótu tær og kýttu seg, á sama hátt sum konur gjørdu kring um alt landið. Treivst í øllum virknaðinum, eg var góður við tær og tær við meg. Lærdi at kasta uppá, og stúgva troyggjur í sekkir til útflutnings. Tá skilti eg ikki rættiliga, at hetta var kjarnin í einari verksmiðju, sum fekst við at exportera liðnar og burðardyggar vørur úr føroyskari rávøru. Sjefdomptørurin í hesum serliga universinum var omma mín. Suffía Gregersen.
Myndin er úr bindistovuni hjá ommu. Simona situr undir liðini á ommu, sum situr ytst til høgru í myndini
Ein kona var altíð har. Simona á Túvu. Petersen. Hendinga fittlig og røsk. Stokkarnir gingu stútt og støðugt, og tað guvaði eitt fløvandi huglag upp úr lógvum hennara og teirra. Sjálvandi prátaðu tær saman og við meg, lurtaðu eftir Útvarpinum, sum tá sendi brotpartar av degnum, og ein lítil barnaheili kundi ikki varnast annað enn, at tær allar livdu eitt vanligt lív við manni og børnum, táið tær ikki vóru til arbeiðis hjá ommu í Grógv. Simona átti tvær døtur, tað visti eg, tí mátti hon eisini eiga ein mann. Táið tað ikki varð tosað um hetta, ella slíkt, so kundi eg av góðum grundum ikki vita, at hon var ein av nógvum einkjum í Føroyum, sum hevði mist mannin á sjónum. Onki í gerandisdegnum gav mær nakra ábending um, at hon í tvey áratíggju hevði verið í hesi vanlukkuligu støðu, einsamøll við tveimum gentum, og hevði hóra undan við arbeiðssemi og Guðs góðu hjálp. Tøgnmentanin lá sum ein dýna yvir lagnum sum hennara, so tigandi alt skuldi vera, og sálarfrøðin var tá ikki uppfunnin í Føroyum. Tá kundi eg av góðum grundum ikki vita, at hendan drúgva bindikonan hjá ommu einaferð skuldi gerast meginkarakterur í einari kykmynd.
Tær, sum bundu saman við Simonu, - omma, mamma og øll onnur vistu um søguna, men kanska hava tær ikki ynskt at skeikla mín vinskap við Simonu við tragisku søgu hennara. Seinri gjørdist tað mær greitt, at maður hennara var ein av 15 monnum sum sjólótust, táið Høgabólssluppin Verdandi ikki spurdist aftur, eftir at vera farin av Siglufirði hin 26. oktober í 1944.
Hin 29. juni í 2016 hava Dagmar Knöpfel, Diane Schüssele og Óli í Tjørnustovu skrivað í gestabókina hjá mammu Fyri uttan Garðar á Glyvrum. Óli er dystin lærdur í søgu okkara, serliga skipasøguni, av góðum grundum, oddviti fiskimanna í áratíggju, og hann var ferðaleiðari teirra á rannsóknarferð um Verdandi. Ætlan teirra var at framleiða eina kykmynd um sluppina við Simonu sum høvuðspersóni. Bert eitt fólk úr Syðrugøtu er eldri enn mamma í dag, og tað er gamli prentarin í Gamla Bókahandli - Meinhard Túvulið. Eisini ein hendingamaður, og eg minnist, at hann onkur vikuskifti kom norður við mjólkarbátinum at vitja systrina úti á Túvu. Tað kom eisini fyri, at Simona gjørdi eitt legg suður til beiggjan, annars dámdi henni best at vera í bygdini. At arbeiða, halda hús, ganga í kirkju og á møti. Hon var rótbundin á Túvu og í bygdini, og sum mamma tekur til: ”Hon var ein guðfrygtig kvinna.”
Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár stuðlað kykmyndagerð. Um løgting og kommunur ikki stuðla máli og mentan, kann tað henda, at tjóðarinnar sál kódnar sum frálíður. Kykmyndir, tónleikur, sjónleikur, skaldskapur o.s.fr. er tað sum ber gerandisdegnum, stuðlar samleikanum og samrakstrarmáttinum, afturvið mettuni frá strævnum gerandisdøgum á arbeiðsmarknaðinum.
Landafrøðiliga gjørdist hendan søgan, hóast hon er universel, onkursvegna bundin í bygdirnar Rituvík, Heiðarnar og Syðrugøtu. Fyri 10 árum síðan var eg ikki sannførdur um, at hendan verkætlanin fór at gerast veruleiki, at út fór at koma innispunnið tógv, men eftir at hava ligið einsamallur inni við lendingina í Rituvík og damlað við árunum á einum 4 mannafari í fleiri tímar, sum ífylluleikari, ísakaldur, linkaði mín ivi, og nú sita vit her.
Søgan um Verdandi er ein av mongum sorgarsøgum sum líkjast. Landið er lítið og havið er stórt, og har bar til at fáa mettuna. Men avbjóðingarnar vóru stórar og nógvar og kravdu alt ov mong mannalív.
Sámal - Samuel Petur - var ein teirra, og eftir sótu Simona og døtur teirra Maria og Erna.
Eftir fýra ára hjúnalag kundi Simona sett seg at kúra saman við døtrunum, men tað gjørdi hon ikki. Júst tann sálarligi bardagin innan í henni er áhugaverdur og neyðugur at festa seg við. Stálsett stríddi hon seg burturúr persónligu avbjóðingini, bar alt inni við seg sjálva, og sigraði. Eisini tí er hon ein av kempunum í mínum lívi, og eg eri sera glaður fyri framíhjárættin at hava kent hana.
Táið eg onki vitsti um hesa lagnuna – ella søguna – kundi eg av góðum grundum ikki ímynda mær, at Simona skuldi gerast ímyndin av einum høvuðsleikara í einari kykmynd. So friðarlig, viðeirilig og góðslig sum hon var í gerandisdegnum, hevði eg heldur ikki væntað tað, heldur ikki eftir at eg frætti um lagnu hennara, men nú verður søga hennara løgd á blik, hóast hon sjálv gjørdi alt sum stóð í hennara makt fyri at tiga hendan partin av egnum lívi fyri øðrum. So tigandi alt skal vera, var tíðum tikið til, men nú slitna bardúnirnar, sum hava hildið tøgnini um skamma stund, og vit kunnu bara gita um, hvat ið Simona hevði sagt um festivitasið, sum nú guvar uppi við hennara persóni.
Tøkkina eiga tit sum fingu hesa ætlan loysta úr lagdi og framda í verki. Okkara partur hevur verið lutfalsliga lítil, men onki er sum at síggja vøkstur úr huga, evnum og vilja til framtøk. Heiðurin er tykkara megin.