Ongi úrslit

Tórshavn: Borgarar við at avgerða nýggja ætlan fyri býarmenning

Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at gera ein nýggjan arkitekturpolitikk fyri alla kommununa. Endamálið er at leggja eina greiða kós fyri, hvussu býur, bygdir og náttúruøki skulu mennast komandi árini.

Edmund Jacobsen
27. mai kl. 21:30

Kommunan sigur, at arbeiðið skal tryggja eina sterkari og meira samanhangandi býar- og bygdamenning. Samstundis skal politikkurin verja staðbundnan samleika, søgu og arkitektonisk virði í allari kommununi.

Borgarar skulu hoyrast

Ein partur av arbeiðinum verður borgaraluttøka. Kommunan hevur tí sett eina talgilda spurnakanning í verk, har borgarar kunnu siga sína hugsan um arbeiðið.

Arkitekturpolitikkurin skal fevna um alla kommununa og verður eftir ætlan dagførdur fimta hvørt ár ella eftir tørvi.

Greiðari karmar fyri bygging

Kommunan vísir eisini á, at politikkurin skal geva borgarum, arbeiðstakarum og umsiting greiðari karmar í sambandi við verkætlanir og politiskar raðfestingar.

Dentur verður lagdur á bæði býarskipan, dygd og sambandið millum bygging og náttúru.

Arbeiðið verður knýtt at fleiri stórum verkætlanum og heildarætlanum í høvuðsstaðnum. Harímillum eru ætlanir fyri Eystara Havnarøki, miðbýin og Stórutjørn.

Spurnarkanning kann svarast her.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57