Ongi úrslit

Triðja umfar av Bókabarometrinum

Bókin hesaferð: Stanley

Jonhild Rasmussen
1 tími síðan

Útlongsulin fekk hann at leita heimanífrá í 1970, men knapt var hann komin til Danmarkar, fyrr enn heimlongsulin tók yvir og gjørdist ein drívmegi, sum bara vaks seg sterkari. Við árunum hevur kærleikin og longsulin til føðilandið givið okkum perlur á rað, tá Stanley hevur latið føroyskar klassikarar í nýggjan og sermerktan lagbúna.

Stanley hevur dúgliga vitjað heimaftur, og serliga seinastu 25 til 30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum framúr tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum føroyskum klassikarum. Afturat hesum eru eisini fleiri góðir sangir sprotnir beinleiðis úr Stanleysa egnu hond.

Bókin Stanley telur 261 blaðsíður og er prýdd við meira enn 120 myndum. Hon lýsir lívssøgu hansara, tónleikalív og mangt annað, sum hevur sett dám á hansara lívsleið. Stanley byrjaði sína tónleikaferð í Silly Boys, men hevur síðani spælt saman við fleiri av teimum størstu nøvnunum í donskum tónleiki.


Høvundur: Hilmar Jan Hansen

Forlag: Einslistir

Bólkur: Ævigsøga/Endurminningar

EAN nr.: 9789991838298

Síður: 261

Útgávuár: 2025

Um rithøvundan

Hilmar Jan Hansen (f. 1963) er føroyskur journalistur, frásøgufólk og rithøvundur, kendur fyri sítt livandi og lætt atkomiliga mál. Hann hevur í nógv ár verið eitt kent navn í føroyskum miðlaheimi, har hann serliga hevur gjørt vart við seg sum ítróttarfrásøgumaður, journalistur og mentanarskrivari.

Hilmar hevur eisini skrivað fleiri bøkur og greinir og er kendur fyri sín greiða og frásøgukenda stíl, har hann sameinir journalistiskt yvirlit við persónligari nærveru. Hann hevur eitt serligt hegni at lýsa menniskju og mentan á ein hátt, sum er bæði viðkomandi og lættur at lesa.

Seinastu árini hevur hann eisini gjørt vart við seg sum høvundur av ævisøgum og mentanarligum tilfari, millum annað við bókini um Stanley Samuelsen, har hann lýsir lívið og tónleikaferðina hjá einum av Føroya kendastu tónleikarum.

..................................................................................


Listin Topp 5 - Keyptar bøkur apríl 2026: bíði eftir tølunum

Rit & Rák

  1. Syng - Pauli HansenZacharias Sørensen

  2. Hendur ið sleptu – Óli Jacobsen

  3. Føroysk mineral & grótsløg – Lis Mortensen, Barbara Biskopstø Thorsteinsson, Uni Árting

  4. Marta Marta - Marjun Syderbø Kjelnæs

  5. Góðaráð – Jonhild Henriksen

Gamli Bókahandil (HNJ)

  1. Syng - Pauli HansenZacharias Sørensen

  2. Stigin – Stuttsøgusavn hjá Glasi

  3. Svørt orkidé – Vónbjørt Vang

  4. Alkohol kongur í klostur – Høgni Mohr

  5. Plantur til matna – Sigga Rasmussen



Topp 5 – Útlán  í apríl 2026: Bíði eftir tølum

Bókasavnið við Løkin

  1. List  – Eyðun Klakstein

  2. Marta Marta – Marjun Syderbø Kjelnæs

  3. Svørt orkidé – Vónbjørt Vang

  4. Vilstar røtur – Ingun Christensen

  5. 1804 – Rúni Hjelm Bjarkhamar

Klaksvíkar bókasavn 

  1. Sjókæti – Sólrun Michelsen

  2. Søsterstrik – Gunvør Reyðberg

  3. List – Eyðun Klakstein

  4. Djarva Sára skinfluga – Mourits Mohr Joensen

  5. Hendur í sleptu – Óli Jacobsen


Býarbókasavnið 

  1. Svørt orkidé - Vónbjørt Vang

  1. Kavafonnin grætur - Jógvan Isaksen

  1. Gula hurðin – Jón Thorsteinsson

  2. Marta Marta – Marjun Syderbø Kjelnæs

  3. Hey ☺ - Trygvi Danielsen

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

16 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57