Ongi úrslit

Tríggir bilførarar høvdu leys børn í bilinum - og sjey koyrdu alt ov skjótt

Áki Bertholdsen
18. apríl kl. 09:18

Í gjár løgreglan runt á meginøkinum og kannaðu ferðsluna. Eitt skifti vóru tey í Fuglafjørð, og bara ta løtuna vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at hava børn í bilinun, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti.

Tað fáa bilførararnir 1.500 krónur í bót fyri, umframt at teir fáa eitt klipp í koyrikortið.

harumframt fingu tríggir bilførarar Millum Fjarða og í Kollafjørði, bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 111 kilometur um tíman á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80.

Og í Sundalagnum misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 120.

Løgreglan sigur, at annars var ikki nógv fólk í býnumi nátt og tað var eisini sera friðarligt, tí tað einasta, tey høvdu at gera, var eitt koyra eitt fólk til hús, sum hevði drukkið meiri enn gott er.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57