Ongi úrslit

Tríggir bilførarar spældu sær av við koyrikortið upp á trý korter - og tríggir fingu klipp

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjáramorgunin ímillum klokkan 7.30 og klokkan 8.15, varð løgreglan á Skálafjarðarvegi í Skálabotni, og kannaði ferðsluna.

Hetta er á einum strekki ímillum Effostøðina og Kelduna, har tað bar er loyvt at koyra 30, men har vóru fleiri bilar, sum koyrdu alt ov skjótt.

Løgreglan sigur at upp á hesi try korterini vórðu tríggir bilførarar tiknir, og teir missa allir koyrikortið, tí teir koyrdu ímillum 58 og 64 kilometrar um tíman, ella dupult so skjótt sum loyvt er.

Umframt at missa koyrikortið fáa teir eisini allir bót.

Løgreglan sigur, at somuleiðis fekk ein bilførari bæði bót og klipp á koyrikortið á sama stað fyri at hava eitt smábarn í bilinum, sum ikki sat í trygdarbelti ella á barnastóli.  

Í Klaksvík var løgreglan eisini upp á vakt og har fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka fartelefon ímeðan teir koyrdu,

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07