Texas ger bíbliusøgur til eitt krav hjá umleið fimm milliónum næmingum í almennum skúlum frá 2030. Tað skrivar BBC.
Avgerðin er samtykt av State Board of Education við níggju atkvøðum fyri og fimm ímóti. Ein republikanari atkvøddi saman við demokratunum ímóti uppskotinum.
Kritikkur um trúarfrælsi
Lesilistarnir fevna millum annað um Ádam og Evu, Móses og brennandi runnin í Aðru Mósebók, tekstir um Jesus í Nýggja testamenti og líknilsina um hin burturfarna sonin.
Kritikarar siga, at kravið setur kristindómin fram um aðrar trúgvir og kann vera í stríð við skilnaðin millum kirkju og stat. Felicia Martin úr Texas Freedom Network sigur, at listin gevur eina ov vesturlendska mynd av heimssøguni.
Lærarar óttast minni frælsi
Texas Classroom Teachers Association ávarar um, at listin er ov drúgvur og kann skerja frælsið hjá lærarum at velja tekstir til undirvísingina.
Viðhaldsfólk siga hinvegin, at næmingar eiga at læra um jødisk-kristnar siðvenjur, sum tey halda hava havt stóran týdning fyri amerikonsku tjóðina.