Ongi úrslit

Trygd gerst høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri

Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý árini og letur eisini útgerð til øll 28 kappróðrarfeløgini í Føroyum.

Edmund Jacobsen
13. mai kl. 11:10

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina nýggja samstarvsavtalu, sum ger Trygd til høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.

Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028. Endamálið er at styrkja og menna føroyskan kappróður kring landið. Tað fevnir bæði um sjálvan ítróttin og arbeiðið, sum verður gjørt í sambandi við stevnurnar.

Sambært Róðrarsambandi Føroya gevur avtalan betri møguleikar at menna íðkarar og skapa tryggar karmar kring venjing og kapping.

– Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.

Trygd letur eisini útgerð

Samstarvið snýr seg ikki bara um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg. Millum annað fáa øll 28 kappróðrarfeløgini í Føroyum bjargingarvestar.

Sambært Trygd er ætlanin eisini at styrkja trygdina á sjónum.

– Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein týðningarmikil partur av okkara mentan og samleika, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Norðoyastevnan verður fyrsta stevnan

Samstarvsavtalan merkir eisini, at báturin við flest stigum fer at bera búmerkið hjá Trygd.

Norðoyastevnan verður fyrsta stevnan í røðini. Hon verður hildin frá 29. til 31. mai.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

18 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57