Ongi úrslit

Turið Sigurðardóttir 80 ár

Nærlagni eyðkennir alt, sum Turið hevur lagt úr hondum. Mál og serliga bókmentir eru áhugaøki hennara og hava verið tað síðani barnaárini

setur.fo
3 tímar síðan

Í tveimum forvitnisligum “Meg minnist”-sendingum hjá Jógvani Arge, leggur Turið dent á at hoyra til tað ættarlið, sum gjørdi upp við klassiska hugvísindaliga fatan av, at mann undirvísti og granskaði bókmentir, sum vóru listfrøðiliga fyrimyndarligar og innihaldsliga humanistiskt uppbyggiligar. 

Í staðin fór hetta nýggja ættarliðið av bókmentafrøðingum at granska og undirvísa í samtíðar skaldskapi, trivial- ella lættisoppabókmentum, barnabókum, reklamum og filmi. Av hesum hevur Turið gjørt týðing og barnabókmentir til bókmentasøguligt evni og viðgjørt eldri skaldskap út frá nýggjum hugsanum.

Nærlagni eyðkennir alt, sum Turið hevur lagt úr hondum. Mál og serliga bókmentir eru áhugaøki hennara og hava verið tað síðani barnaárini. 

Foreldrini vóru Sigrið av Skarði og Sigurð Joensen, ið stóðu í fremstu røð í stríðnum fyri føroyskum sjálvræði og føroyska málinum, áðrenn tað var viðurkent sum høvuðsmál í Føroyum. Lívið í heiminum var sum vera man merkt av áhuganum fyri máli og bókmentum, og Turið hevur heiðrað tey við at savna og geva út ritverk teirra eins og hjá abbanum, Símuni av Skarði.

Turið las norrønt, íslendskt og bókmentir á Háskóla Íslands, og bókmentafrøði á Keypmannahavnar Universiteti. Í Íslandi gjørdi hon tað bragdið í bachelorritgerðini at greina skaldsøgurnar eftir Martin Joensen við tí marxistiska arbeiðslagnum, ið var í hæddini tá, og sum fekk nýggj brigdi í skaldsøgunum fram. Ritgerðin kom á prent í Varðanum í 1980. 

Ikki øllum føroyska mentanarumhvørvinum dámdi greinina, og hart kjak um tíðarritið og linju tess førdi til tað, sum Turið í samrøðuni við Jógvan Arge kallar “salongrevolutión” í gamla mentanartíðarritinum: Ritstjórarnir Steinbjørn B. Jacobsen og Gunnar Hoydal vórðu koyrdir frá. 

Nakað eftir hetta, var Turið við til at stovna tíðarritið Brá. Í tíggju ár ritstjórnaðu hon, eg og mong onnur tíðarritinum, ið legði dent á ummæli, mentanar- og bókmentagreinir og ikki minst myndlist.

Síðan hon fór úr starvi, hevur hon verið knýtt at Føroyamálsdeildini sum professari, nú er hon professari emerita (pensjonerað) og framvegis sera virkin, eitt nú við at fáa triðja bind av Føroysku bókmentasøguni liðugt saman við undirritaðu, ið takkar hjartaliga fyri fyrimyndarligt samstarv øll árini.

Vit á Setrinum ynskja Turið hjartaliga til lukku!

Mest lisið hesa vikuna

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Álvarsom hending í Fuglafirði

19 tímar síðan

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Her er best at síggja sólarmyrkingina

Í gjár kl. 16:06

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

9. august kl. 08:19

Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

Í gjár kl. 22:20