Ongi úrslit

Tvær niðurflytingarfinalur vera sunnudagin

Tað er møguleiki fyri, at NSÍ verður meistari, áðrenn teir gulu og svørtu sunnukvøldið fara at spæla á heimavølli

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Spenningurin um, hvør fer at vinna FM, mest sum hvarv í dag. Tað gjørdi hann, tí NSÍ vann tepran 1-0 heimasigur ímóti 07 Vestur, og tí KÍ samstundis tapti 1-0 á heimavølli ímóti B68.

Spenningurin um, hvør fer at flyta niður, er størri eftir 25. umfar, enn hann var undan umfarinum.

Í tí høpinum var B68 stóri vinnarin í dag, tá ið toftamenn fyri fyrstu ferð síðani í 2008 vunnu í Klaksvík. Tapararnir vóru 07 Vestur, AB og EB/Streymur, sum øll taptu, meðan Skála ÍF vann eitt stig á útivølli ímóti B36, sum megnaði at svara aftur og javna til 3-3, eftir at Skála ÍF í seinna hálvleiki vendi 0-1 til 3-1.

Talan verður av álvara um lyklauppgerðir í kappingini um at sleppa undan at flyta niður, tá ið 07 Vestur seinnapartin sunnudagin fær vitjan av B68 og aftur seint seinnapartin sunnudagin, tá ið Skála ÍF fær vitjan av AB.

Sunnudagin um eina viku verður 26. og næstsíðsta umfar. NSÍ er undan tveimum teimum síðstu umførunum seks stig frammanfyri KÍ, sum seinnapartin sunnudagin fer í Gundadal at spæla ímóti B36. Um KÍ ikki fer at vinna fulla úrtøku ímóti B36, so verður NSÍ FM vinnari, tá ið oddaliðið sunnukvøldið klokkan 19 fer á heimavøllin at spæla ímóti HB. Um HB ikki vinnur fulla úrtøku í Runavík, so verður NSÍ meistari sunnukvøldið uttan mun til, hvussu tað fer at ganga hjá KÍ í Gundadali.

Um B36 ikki vinnur ímóti KÍ so fer HB longu undan grannauppgerðini í Gundadali annan leygardag at eiga trygd fyri europeiskari luttøku næsta summar.

 

KÍ – B68 0-1 (0-1)

0-1: Sebastian Lau Nielsen br 17.

 

Víkingur – AB 2-0 (0-0)

1-0: Rani Hansen 51.

2-0: Rani Hansen 56.

 

NSÍ – 07 Vestur 1-0 (0-0)

1-0: Aron Knudsen 83.

 

EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)

0-1: Heini F. Sørensen br 19.

 

B36 – Skála ÍF 3-3 (1-0)

1-0: Jógvan Kárason Gullfoss 13.

1-1: Sebastian Petersen 57.

1-2: Markus Hellisdal br 61.

1-3: Martin Johansen 66.

2-3: Bartal Páll Klein 76.

3-3: Bartal Páll Klein 85.

NSÍ

25

16

6

3

50

27

54

KÍ

25

13

9

3

48

22

48

HB

25

13

5

7

45

31

44

Víkingur

25

10

11

4

38

28

41

B36

25

10

9

6

38

32

39

EB/Streymur

25

7

5

13

30

42

26

Skála ÍF

25

5

9

11

29

42

24

AB

25

7

3

15

32

46

24

07 Vestur

25

6

4

15

24

42

22

B68

25

5

5

15

26

48

20

 

Máltindurin

Petur Knudsen NSÍ        12

Loick Lespinasse B68   9

Árni Frederiksberg KÍ     9

Heini Sørensen HB        8

Páll A. Klettskarð KÍ       8

 

26. umfar

Sunnudagin 25. oktober

Víkingur – EB/Streymur: kl. 15.00

NSÍ – HB: kl. 19.00

Skála ÍF – AB: kl. 17.15

07 Vestur – B68: kl. 15.00

B36 – KÍ: kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12