Norðari parturin av Venezuela var í nátt raktur av tveimum sera ógvusligum jarðskjálvtum, við styrki upp á 7,2 og 7,5 á Richter.
Jarðskjálvtarnir hendu við bert 39 sekundum ímillum og elvdu til stórar oyðileggingar í høvuðsstaðnum Caracas og økjum vestan fyri býin.
Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS høvdu báðir jarðskjálvtarnir miðdepil nær býunum Morón og Montalbán í statinum Carabobo. umleið 160 kilometrar vestan fyri Caracas. Teir vóru lutfalsliga grunnaðir, umleið 10 til 13 kilometrar undir jørð, og tí vóru ristingarnar serliga harðar.
Eygnavitni siga frá panikki, meðan fólk runnu út á gøturnar, og fleiri bústaðar- og vinnubygningar eru rapaðir saman, ella hava fingið álvarsligar skaðar.
Eisini havnabýurin La Guaira og økini kring altjóða flogvøllin Simón Bolívar eru rakt, og bjargingarlið arbeiða framvegis í teimum raktu økjunum.
Jarðfrøðingar lýsa hendingina sum ein tvífaldan jarðskjálvta, sum er eitt sjáldsamt fyribrigdi, har tveir sera sterkir jarðskjálvtar raka sama øki nærum samstundis.
Hetta kann gera skaðarnar størri, tí bygningar, sum verða veiklaðir av fyrra skjálvtanum, kunnu rapa saman undir tí næsta.
Stutt eftir jarðskjálvtarnar vórðu tsunami-ávaringar sendar út fyri partar av Karibiska havinum, men tær vórðu seinni tiknar aftur.
Myndir og sjónbond úr økinum vísa samanrapaðar bygningar, rivnaðar vegir og bjargingarlið, sum leita eftir yvirlivandi. Myndugleikarnir ávara um, at fleiri kraftigir eftirskjálvtar kunnu koma næstu dagarnar.
Fulla myndin av vanlukkuni er framvegis ókend, men komandi dagarnir verða avgerandi fyri at staðfesta talið á teimum raktu og umfatandi skaðarnar eftir teir báðar ógvusligu jarðskjálvtarnar.