Ongi úrslit

Tveir ungir bilførarar sleppa ikki í bil aftur fyribils

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjár var løgregln ymsataðni á Skálafjørðinum og kannaði hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og tað var ikki til fánýtis tí fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og teir koyrdu eisini alt ov skjótt.

Teir fáa allir bót, men tveir av bilførarunum fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 110 á einum strekkki, har tað er loyvt at koyra 80.

Ein bilførari fekk treytaða frádøming fyri at koyra 88 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80.

Og so vóru tað eisini tveir ungir bilførarar, sum koyrdu so skjótt, at teir rætt og slætt fingu koyriforboð. Tað merkir, at teir mugu lata bilin standa á staðnum og sleppa ikki aftur í hann aftur fyribils fyrr enn teir hava tikið koyrikortið av nýggjum.

Annar av teimum koyrdi 119 á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80 og hin koyrdi 88 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50.

Her er talan um bilførarar, sum hava havtr koyrikortið styttri enn trý ár. Tey fyrstu trý árini eru nevniliga at meta sum ein royndartíð, og tá krevst nógv minni fyri at missa tað aftur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17