Ongi úrslit

Tvøroyrar kommuna stendur sterkt: Stóð fyri 62 prosentum av kommunalu íløgunum í Suðuroynni

Tvøroyrar kommuna gjørdi stórar íløgur í 2025, men endaði kortini nær fíggjarligari javnvág og við lutfalsliga lágari nettoskuld.

© Wikipedia.
Tvøroyrar kommuna gjørdi nettoíløgur fyri 20,2 mió. kr. í 2025.
Edmund Jacobsen
31. august kl. 22:00

Tvøroyrar kommuna gjørdi nettoíløgur fyri 20,2 mió. kr. í 2025. Tað svaraði til umleið 62 prosent av øllum kommunalu nettoíløgunum í Suðuroynni, sum tilsamans vóru 32,5 mió. kr.

Samstundis var skuldarstøðan lutfalsliga góð. Nettoskuldin var umleið 22.800 kr. fyri hvønn íbúgva og svaraði til 33 prosent av skuldarloftinum. Millum kommunurnar við fleiri enn 1.000 íbúgvum hevði Tvøroyrar kommuna fjórðlægstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva.

Stórar íløgur – hallið bert 0,4 milliónir

Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi vóru 111,9 mió. kr. í 2025, meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 88,8 mió. kr. Hóast nettoíløgurnar vóru 20,2 mió. kr., endaði RLÚ-úrslitið við einum halli á bert 0,4 mió. kr.

Við 1.697 íbúgvum svaraðu nettoíløgurnar til umleið 11.900 kr. fyri hvønn íbúgva.

Kommunurnar hava 2,4 milliardir krónur í rásarúmi

Fíggjarmálaráðið staðfestir, at eingin føroysk kommuna var oman fyri lógarásetta skuldarloftið við árslok 2025. Samlaða fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum verður mett til umleið 2,4 mia. kr.

Føroysku kommunurnar høvdu samanlagt eitt hall á 40,4 mió. kr. í 2025. Árið fyri var hallið 347,8 mió. kr. Úrslitið í 2025 var sostatt munandi betri. Ein høvuðsorsøk var, at samlaðu skattainntøkurnar gjørdust 256,7 mió. kr. hægri enn væntað.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06