UArctic Congress 2026, sum Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaði og var vertur fyri síðst í mai, hevur sambært eini fyribils uppgerð givið umleið 30 milliónir krónur í útflutningsvirði.
Ráðstevnan hevði 1.400 luttakarar og er størsta ráðstevna, sum nakrantíð er hildin í Føroyum. Sambært Visit Faroe Islands vísir tiltakið, at altjóða ráðstevnur eru ein týðandi partur av føroyskari vinnuferðavinnu.
Vinna og vitan í sama tiltaki
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at ráðstevnur sum UArctic skapa virði á fleiri stigum í senn.
Tær styrkja gransking og útbúgvingarsamstarv, samstundis sum tær skapa arbeiði og inntøkur hjá føroyskum fyritøkum. Hann kallar slíkar ráðstevnur eina íløgu í vitan, vinnu og samfelag.
Føroyar vístar fram
Visit Faroe Islands væntar eisini, at nýggj altjóða vitanarsamstørv og netverk kunnu skapa óbeinleiðis inntøkur í framtíðini.
Annleyg Lamhauge, leiðari fyri vinnuferðavinnu hjá Visit Faroe Islands, ynskir Fróðskaparsetri Føroya til lukku við ráðstevnuni, sum hon rópar eitt megnaravrik.