Ongi úrslit

Umhvørvispolitikkurin hjá høvuðsstaðnum er lagdur fram

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur fingið heitið “Saman um grønu framtíðina”, fevnir um tríggjar høvuðstættir

torshavn.fo
15. apríl kl. 16:29

“Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er íløga í okkara felags framtíð. Ein íløga í eina sunna og burðardygga kommunu, har umhvørvisfyrilit, vælferð og trivnaður ganga hond í hond.”

Soleiðis verður sagt í fororðinum til umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu 2026-32, sum Rannvá Arge og Óluva Zachariasen hava samskipað, og sum varð lagdur fram í Perluni týsdagin.

Umhvørvispolitikkurin, sum hevur fingið heitið “Saman um grønu framtíðina”, fevnir um tríggjar høvuðstættir, sum eru:

·         Náttúra og lívmargfeldi

·         Útlát og orka

·         Ringbúskapur og burturkast

Aftan á framløguni var høvi hjá áhoyrarunum at taka orðið, og talan var um gott og gevandi orðaskifti.

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu kann lesast her

 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

19 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57