Undirskotið í B68 er 2,3 milliónir krónur

Um felagið ikki megnar at fáa viðurskiftini upp á pláss, er tað møguleiki fyri, at tað ikki fær loyvi at luttaka í bestu deildini í 2024

Jonhard Hammer
15. september 2023 kl. 11:31

Tað er ein øgiliga stór fíggjarlig uppgáva, sum nýggja nevndin í Tofta Ítróttarfelag hevur fingið at loysa.

23. august var eykaaðalfundur í Tofta Ítróttarfelag. Soleiðis hevur tað verið seinastu árini. Einasta mál á skránni á eykaaðalfundinum er at velja nevnd. Nevndarvalið er í august, tí tað gevur nývaldu nevndini møguleika at leggja næsta kappingarár til rættis. Vanligi aðalfundurin, harmillum annað roknskapurin verður lagdur fram, er um várið.

Síðani nýggja nevndin fyri góðum trimum vikum síðani tók við, hevur hon gjørt fíggjarligan status.

Tað hevur ljóðað, at B68 hevur havt fíggjarligar trupulleikar, og í gjárkvøldið hevði nevndin fund við spælararnar.

Álítandi keldur, sum vilja vera ónevndar, siga, at á fundinum boðaði nevndin frá, at raksturin í 2023 higartil í ár vísir eitt undirskot upp á 2,3 milliónir krónur.

Spælararnir fingu eisini at vita, at í løtuni hevur felagið ikki ráð at betala teimum løn.

B68 er á 7. plássi í Betri Deildini við 18 stigum. Tað eru seks stig frammanfyri ÍF, sum við 12 stigum er á 9. plássi.

Vónirnar eru hampuligar fyri, at B68 fer at megna at sleppa undan niðurflyting. Men hjá nýggju nevndini er fíggjarliga uppgávan sera stór, sum skal loysast, um B68 eisini í 2024 skal spæla í bestu deildini.

FSF hevur greiðar mannagongdir fyri, hvat skal til fyri at fáa loyvi at spæla í Betri Deildini. Hetta sæst í Loyvisreglugerð 2023, sum tað ber til at lesa á hesi leinkjuni.

https://www.fsf.fo/wp-content/uploads/2022/12/FSF_Loyvisreglugerd_2023_endalig_utgava_30-12-2022.pdf

Her stendur millum annað, at FSF á hvørjum ári tekur støðu til, um loyvi skal gevast feløgunum at luttaka í Betri Deildini og 1. deild. Fyri at fáa loyvi at vera við skulu feløgini prógvað, at tey ikki skylda pengar til millum annað spælarar og venjarar og onnur starvsfólk.

Loyvisárið byrjar 1. februar, og um fíggjarligu treytirnar fyri at felag kann fáa loyvi frá FSF verður sagt soleiðis:

Grein 34

Ongin gjaldkomin skuld til starvsfólk (Betri Deildin menn, 1. Deild menn, og Betri Deildin kvinnur) 

 

1. Loyvisumsøkjarin skal prógva, at hann tann 31. januar innan loyvisárið byrjar, ikki hevur gjaldkomna skuld (sum útgreinað í Fylgiskjali IV) til starvsfólk, sum stavar frá sáttmála ella lógarásettum bindingum fram til 31. desember í undanfarna ári. 

 

2. Við gjaldkomna skuld verður sipað til tær samsýningar, sum felagið skyldar starvsfólki við støði í sáttmála ella lógarásettum bindingum, íroknað lønarsamsýningum, gjøldum fyri myndarættindi, bonus og aðrar veitingar. Skyldugar samsýningar til fólk, sum av ymsum orsøkum ikki starvast hjá loyvisumsøkjaranum longur, hoyra eisini til hendan bólk og skulu greiðast innan ásettu tíðarfreistina í sáttmálanum og/ella lýstir í lóg, uttan mun til, hvussu slíkar upphæddir eru bókaðar í ársroknskapinum. 

 

3. Heitið “starvsfólk” umfatar hesar persónar:  a) allir yrkisleikarar sambært galdandi FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players; og b) starvsfólkini sum eru nevnd í grein 18 til og við grein 26. 

 

4. Loyvisumsøkjarin skal gera og lata loyvisveitaranum eitt yvirlit yvir starvsfólk, ið vísir:  a) øll starvsfólk, sum eru/hava verið í starvi í árinum fram til 31. desember, t.e. ikki bert tey, sum eru eftirverandi 31. desember; b) øll starvsfólk, sum loyvisumsøkjarin skyldar eina upphædd, sum er gjaldkomin 31. desember, uttan mun til um tey hava verið í starvi í árinum fram til 31. desember; og c) øll starvsfólk, ið hava krav, sum verður viðgjørt av skikkaðum myndugleika eftir føroyskari lóggávu og sakarmál, sum verður viðgjørt av ítróttarmyndugleika innan- ella uttanlands ella viðkomandi gerðarrætti. 

 

5. Hesar upplýsingar skulu í minsta lagi vera við fyri hvørt einstakt starvsfólk:

a) navn á starvsfólki;

b) starv/uppgáva hjá starvsfólki;

c) setanardagur;

d) seinasti arbeiðsdagur (um nakar);

e) skyldug upphædd 31. desember, umframt gjaldkomudagur fyri hvørt ógoldið gjald;

f) øll skuld 31. januar (flutt fram frá 31. desember), við gjaldkomudegi fyri hvørt ógoldið gjald, saman við frágreiðing; og

g) upphæddir viðvíkjandi sakarmálum/rættarligum krøvum. 

 

6. Loyvisumsøkjarin skal stemma samlaða skuld sambært yvirlitinum yvir skuld til starvsfólk av mótvegis talinum í ársroknskapinum fyri “skuld til starvsfólk” ella við undirliggjandi roknskaparupplýsingar. 

 

7. Yvirlitið yvir starvsfólk skal góðkennast av leiðsluni og hetta skal prógvast við stuttari váttan og undirskrift frá nevndarformanninum / nevndarforkvinnuni.

 

 8. Loyvisumsøkjarin skal eisini lata loyvisveitaranum lønaravrit frá TAKS, sum skal innihalda upplýsingar um lønarflytingar, ið felagið hevur goldið starvsfólkum í tíðarskeiðnum 1. januar – 31. desember undan árinum loyvi verður søkt til. Lønaravritið frá TAKS skal hava goldnu upphæddirnar til tey einstøku starvsfólkini (hvørt einstakt starvsfólk skal standa við fullum navni).