Ongi úrslit

Uppaftur fleiri altjóða dystir vera í Klaksvík

Við nýggja hotellinum, fáa liðini eisini bestu fortreytir at búgva, njóta býin og leggja pening eftir seg í lokalsamfelagnum, samstundis sum tað eisini er ein ítróttarligur fyrimunur fyri leikarar og viðhaldsfólk

ki.fo/Jógvan Skorheim
11. juli kl. 15:41

Seinastu árini hevur KÍ kunna spælt nakrar av sínum fyrstu evropeisku dystum á heimavølli. Nú kunnu enn fleiri evropeiskir dystir spælast í Klaksvík.

UEFA hevur givið KÍ undantasloyvi at brúka Djúpumýru til heimavøll í samband við allar dystir fram til deildarspælið í Evropa League og Conference League.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit kunnu spæla á heimavølli har vit hava áskoðararnar tætt upp á okkum. Djúpumýra er fantastiskt ítróttarøki við góðum umstøðum, og allir teir evropeisku dystirnir, sum verða spældi á heimavølli geva leikarum og áskoðarum nakað heilt serligt, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

- Vit hava verið í dialog við UEFA í eina tíð, tí vit hava ynskt at fleiri av evropeisku dystunum verða spældir í Klaksvík. Hetta er okkara heimavøllur, og umstøðurnar í Klaksvík eru á høgum støði, eisini tá ið samanborðið verður við umstøður hjá liðum vit møta úti í Evropa, sigur Kaj Dam, ið hevur ábyrgd av meistaradeildini hjá monnunum.

- Við nýggja hotellinum, fáa liðini eisini bestu fortreytir at búgva, njóta býin og leggja pening eftir seg í lokalsamfelagnum, samstundis sum tað eisini er ein ítróttarligur fyrimunur fyri leikarar og viðhaldsfólk, sigur Kaj Dam at enda.

Undantaksloyvið fyri Djúpumýru ber eisini við sær, at Víkingur og NSÍ kunnu spæla fleiri dystir í Klaksvík, um liðini koma víðari í Evropa.

Krøvini til vallarumstøður í samband við Champions League eru nakað hægri, og tí hevur UEFA valt at halda fast við, at tað bara eru fyrstu tvey umførini, ið kunnu spælast í Klaksvík. Vinnur KÍ seg víðari til 3 umfar (eisini kallað Q3), so skal dysturin spælast á Tórsvølli.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07