Ongi úrslit

Uppihaldsloyvini hjá ukrainum verða longd

161 burturriknir ukrainar hava nú fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum

vmr.fo
1 tími síðan

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur, saman við Føroya landsstýri, gjørt av at geva møguleika fyri at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainum, sum hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2028. Núverandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2027.

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tí framvegis tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Uppihaldið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Føroya landsstýri heldur tí, at ongin vansi er við at geva burturriknu ukrainunum møguleika fyri at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2028.

Upprunaliga vórðu 250 fyribils uppihaldsloyvir latin burturriknum ukrainum, men fleiri ukrainar eru farnir av landinum aftur. 161 burturriknir ukrainar hava nú fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12