Talan er um tænasturnar Fable 5 og Mythos 5. Anthropic fekk 12. juni boð um beinanvegin at steðga allari nýtslu hjá útlendskum brúkarum. Sambært amerikonsku myndugleikunum varð avgerðin tikin av tjóðartrygdarávum.
Mátti sløkkja beinanvegin
Anthropic upplýsir, at boðini komu klokkan 17.21 eftir amerikanskari tíð. Felagið sigur, at tað hevði ongan annan møguleika enn at sløkkja fyri tænastunum fyri ikki at bróta lógina.
Aðrar vitlíkistænastur hjá Anthropic eru ikki fevndar av avgerðini og halda fram sum vanligt.
Eingin ítøkilig prógv
Sambært Anthropic hava myndugleikarnir ikki lagt fram ítøkilig prógv fyri, hvørjir trygdarváðar eru knýttir at tænastunum.
Felagið viðgongur, at ávísir veikleikar kunnu vera, men heldur, at teir eru avmarkaðir og eisini kunnu staðfestast í øðrum vitlíkisskipanum.
Anthropic vísir samstundis á, at Fable 5 hevur verið roynd í umfatandi trygdarkanningum í samstarvi við myndugleikar og óheftar serfrøðingar. Felagið heldur tí ikki, at grundarlag er fyri at nokta útlendskum brúkarum atgongd.
Anthropic fylgir kortini boðunum og arbeiðir fyri at fáa tænasturnar latnar upp aftur fyri útlendskum brúkarum skjótast gjørligt.