Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eitt útlendskt ferðalag var í fjøllunum oman fyri Funning.
Løgreglan fekk samband við tey og tað vísti seg, at tað var ein ferðaleiðari úr Rumenia, sum hevði skipað fyri ferðini og ferðin var fyri fólk, sum vóru áhugað í at taka myndir. Tað vóru eini átta fólk í ferðalagnum.
Hann viðgekk, at hann hevði ikki arbeiðsloyvi og hann visti heldur ikki av, at tað var eitt krav.
Sostatt fekk hann bót, hon var upp á 10.000 krónur og hana hevur hann goldið. Bótin verður ásett eftir, hvussu leingi hann hevur verið her, og hann var akkurát komin.
Hann hevur goldið bótina, men har endaði so Føroyaferðin hjá teimum.
Løgreglan sigur, at bíðað verður nú eftir boðum úr Danmark um hann skal útvísast ella ikki.