Ongi úrslit

Váðaráðið tilnevnt: Fimm limir skulu hava eyga við fíggjarligum váðum í Føroyum

Løgmaður hevur nú tilnevnt limirnar í Føroya Váðaráð fyri komandi fýra árini. Ráðið skal fylgja við fíggjarligum váðum og veita myndugleikunum fakliga ráðgeving um fíggjarligu støðuna í Føroyum.

Edmund Jacobsen
2. juni kl. 06:30

Løgmaður hevur valt tey fólkini, sum skulu manna Føroya Váðaráð næstu fýra árini. Limirnir eru valdir eftir tilmælum frá Landsbanka Føroya, Búskaparráðnum og landsstýrismanninum í vinnumálum.

Breið faklig umboðan

Í ráðnum sita Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, Torben Magnus Andersen, professari á Aarhus Universiteti, Björn Rúnar Guðmundsson, serfrøðingur hjá Hagstovu Íslands, Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum. 

Til hvønn lim er eisini valdur ein varalimur.

Tilnevning sambært lóg

Sambært lógini um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð skal løgmaður velja limirnar eftir tilmælum frá viðkomandi stovnum og myndugleikum. Landsbankin tilmælir tveir limir, Búskaparráðið ein lim og landsstýrismaðurin í vinnumálum tveir limir.

Váðaráðið hevur til uppgávu at fylgja við váðum í fíggjarligu skipanini og stuðla undir fíggjarligan støðufesti í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57