Í ár fáa tey í Vágum vitjan av fleiri smærri rannsóknarskipum. Hetta eru smærri ferðamannaskip við 70-200 ferðafólkum, sum leggja dent á natúru, mentan, og at hava samband við fólk.
Fyrsta rannsóknarskip í Vágum í ár, kom á Sørvág í morgum. Talan er um Seaventure við 69 ferðafólkum.
Tilsamans koma 10 skip til Vágar í ár og tey leggja ymsastaðni, trý í Miðvági, fýra í Sørvági, eitt Bø, og ferðafólki á tveimum skipum fara í Tindhólm.
Yvirlit yvir vitjanir í Vágum í 2026:
Yvirlit yvir vitjanir í Vágum í 2026
- 22. mai vitjar Seaventure Sørvág
- 25. mai vitjar Sea Spirit Sørvág
- 31. mai vitjar Seaventure Sørvág
- 3. juni vitjar National Geographic Miðvág
- 7. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
- 12. juni vitjar Silver Wind Sørvág
- 25. juni vitjar National Geographic Miðvág
- 25. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
- 16.-17. august vitjar Nordstjernen Bø
- 23. septembur vitjar National Geographic Miðvág
Visit Vágar hevur lagt eina ætlan fyri hetta slagið av ferðavinnu, tí tey vilja hava ferðafólkskipni til Vágar heldur enn at ferðafólkini bara komu við bussum úr øllum landinum. Málið var at fáa minst sjey skip til Vágar í 2029 og tí fegnast tey um, at tað koma heili 10 skip longu í ár.
Endamálið er at skapa eina burðardygga ferðavinnu, sum bæði gevur ferðafólki eina góða ferð, samstundis sum at hugsað verður um náttúru, mentan og lokalsamfelagið, siga tey í Visit Vágar.
Tey velja dygd fram um nøgd, siga tey. Við hesum slagnum av skipum kuvvu vit menna eina meira ábyrgdarfulla ferðavinnu, sum hóskar væl til náttúruna, mentanina og lokalsamfelagi í Vágum, siga tey í Visit Vágar.