Ongi úrslit

Vágar á odda í nýggjari kanning: Lægsta arbeiðsloysið í landinum

Arbeiðsloysið í Føroyum helt fram at minka í apríl. Nýggj tøl vísa, at arbeiðsloysið var 0,9 prosent. Vága øki hevði einans 0,5 prosent arbeiðsloysi.

© Hagstova Føroya.
Edmund Jacobsen
27. mai kl. 06:00

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í apríl 2026. Tað er 0,2 prosentstig minni enn í apríl í fjør.

Í alt vóru 335 persónar raktir av arbeiðsloysi í apríl. Tað eru 60 færri enn í sama mánaði árið fyri. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru 286 arbeiðsleys, sum er ein minking upp á 47 persónar samanborið við apríl 2025.

Arbeiðsloysið lægri hjá kvinnum

Arbeiðsloysið var framvegis lægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,7 prosent, meðan tað hjá monnum var 1,2 prosent. Bæði kynini hava tó upplivað eina minking samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Stórur munur millum økini

Munur er framvegis á arbeiðsmarknaðinum kring landið. Minsta arbeiðsloysið var í Vága øki við 0,5 prosentum, meðan Suðuroyar øki hevði hægsta arbeiðsloysið við 1,6 prosentum. Kortini var arbeiðsloysið í Suðuroy nógv lægri enn árið fyri – ein minking upp á eitt heilt prosentstig.

Langtíðararbeiðsloysi framvegis ein avbjóðing

Hóast samlaða arbeiðsloysið er lágt, vísa tølini, at langtíðararbeiðsloysi framvegis er ein avbjóðing hjá summum. Í apríl vóru 45 persónar arbeiðsleysir í meira enn eitt ár. Tað svarar til 13 prosent av teimum arbeiðsleysu. 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

10 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57