Matur úr Brasilia, Peru, Tailandi og fleiri øðrum londum verður á skránni, tá fólk við ymiskari mentanarligari bakgrund hittast í Vágum í sambandi við Fjølmentanarvikuna.
Í ár eru kommunurnar í Vágum vertir fyri setanini, sum verður í Bátasmiðjuni í Bø í kvøld, fríggjadagin 23. oktober, klokkan 18.
Á skránni eru røður, sangur við Rannveig og ábit frá Pakkhúsinum. Øll eru vælkomin.
Altjóða matveitsla í Miðvági
Hóskvøldið 29. oktober klokkan 18 verður fjølmentanarmáltíð í bygdarhúsinum í Miðvági.
Kokkar úr ymiskum londum borðreiða við rættum, sum eru gjørdir við íblástri úr Peru, Brasilia, USA, Tailandi og Filipsoyggjunum. Eisini verður ein rættur við føroyskum laksi á matarskránni.
Guðstænasta og mentanarligur felagsskapur
Mikukvøldið 28. oktober klokkan 19.30 verður integratiónsguðstænasta í Sandavágs kirkju. Marjun í Kálvalíð, prestur, hevur gudstænastuna.
Endamálið við Fjølmentanarvikuni er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í Føroyum og savna fólk tvørtur um mál og mentanir.