Vágs skúli fer í næstum undir eitt rørsluátak

Vágs skúli fer í einari trý-ára verkætlan í tíðarskeiðnum 2023-2025 at kveikja næmingum at vera virknir í skúlatíðini. Helgi Winther Olsen fer at standa fyri hesari verkætlanini, og hann fer eisini at skriva eina ph.d.-ritgerð um verkætlanina og hvat kemur burturúr hesum átakinum

Helgi Winther Olsen fer at standa á odda fyri verkætlanini, ið skal fáa næmingar í Vágs skúla at røra seg meira í skúlatíðini. Hann fer eisini at skriva eina ph.d.-ritgerð um verkætlanina (Mynd: HT-foto.org)
Sigurjón Einarsson
3. februar 2023 kl. 17:50

Í vikuni frættist, at skúlabørn í Føroyum viga alt ov nógv. Gigni eftirlýsir átøk, ið kann bøta um støðuna, men tað kann vera, at íblásturin skal finnast í Vágs skúla, tí í næstum verður Vágs skúli karmur um øðrvísi skúladagar, har meira rørsla verður sett á dagsskránna, enn vanligt er.

Vágs skúli hevur fingið játtað tímar til verkætlanina, og tað verður rørsluátakið FIT FIRST, ið er á skránni. Hetta er granskingargrundað rørsluátak, sum granskarar frá Syddansk Universitet hava ment  saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Helgi Winther Olsen er ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og hann fer at standa fyri hesi verkætlanini og fer eisini at skriva eina ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.

Sagt verður soleiðis um ætlanina:

“Vágs skúli fer í einari trý-ára verkætlan í tíðarskeiðnum 2023-2025 at kveikja næmingum at vera virknir í skúlatíðini. Tað eru nógvir mátar at vera virkin, eitt nú við at vera kropsliga virkin, og tí verður eitt av stigunum at skipa meira rørslutíð fyri næmingum í skúlatíðini. Tríggjar ferðir um vikuna fara allir næmingar í skúlanum at hava eina eyka rørsluløtu. Tað er í 40 minuttir hvørja ferð, og strembað verður eftir, at allir næmingar sleppa at kýta seg og gerast pøstir í stuttleika og samveru.

Hetta fer fram í tíggju vikur á vári 2023 og aftur í tíggju vikur á heysti 2023”.

Helgi er spentur upp á verkætlanina
Í samband við verkætlanina “Ver Virkin” fara lærarar í Vágs skúla at útbúgva seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, ið er eitt granskingargrundað rørsluátak við venjingum, sum eru tillagaðar rørsluløtum í skúlahøpi.

Tá ið Ver Virkin verkætlanin fer fram í Vágs skúla, fer Helgi Winther Olsen og aðrir føroyskir granskarar at fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluføri og heilsustøðu hjá næmingunum.

Ein longri samrøða við Helga Winther Olsen um verkætlanina kann hoyrast her:

Rørsluføri lýsir teir eginleikar og førleikar einstaklingar vísa í rørsluvanum sínum gjøgnum lívið. Tað kann lýsast sum hugur, evni, áræði og orka hjá einum menniskja at røra seg. Tá verður kannað, hvussu næmingar trívast við og tíma rørsluløturnar, hvussu virknir teir eru, og um teir broyta kropsligar førleikar so sum styrki, javnvág og úthaldni av kropsligu venjingini. Heilsustøðan verður lýst við at kanna blóðtrýst, vekt, hædd og trivnað. Granskingarverkætlanin fer fram samstundis sum rørsluátakið FIT FIRST og verður tí framd várið og heystið í 2023.

Ofta er vanligt í slíkum førum at hava ein annan part, ið eisini er partur av ætlanini, men sum ikki er virkin. Hetta er fyri at kanna, um munur sæst á pørtunum. Í hesum førinum verður annar partur við í ætlanini, og tað verður Tvøroyrar skúla, og møguliga ber so til at endurtaka tiltakið, har partarnir skifta um leiklut.

Kelda: Dagfinn Olsen/Skúlablaðið