Ongi úrslit

Valið stendur millum vinmenninar

Um tað er nakað ivamál um, hvussu liðið fer at síggja út, so er tað á sentrala miðvøllinum, at ivamálið er

Jóannes Hansen
1 tími síðan

Í kvøld klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Košická Futbalová Aréna í Košice í Slovakia. Dómari í Nations League dystinum millum Slovakia og Føroyar verður Mohammad Al-Emara úr Finnlandi.

Stadion er frá 2022 og var heilt liðugt í 2024. Tað er pláss fyri 12.555 á nýggja og modernaða stadion, og tað verður fram ímóti at vera fullsett í kvøld. Tað verður sagt frá 3-5 hitastigum, lítil og eingin vindur og millum lítið og einki avfall.

Føroyska liðið hevur verið í Slovakia síðani mikudagin, og hóast tað mánadagin aftur verður dystur, tá ið Føroyar fáa vitjan av Moldova, so hava teir í føroysku leguni fult og heilt fokus á dystinum í kvøld:

-Fyrireikingarnar hava verið góðar, og hóast úrslitini higartil hava víst, at Slovakia er stinnasta liðið í bólkinum, so eru vit fyrireikaðir uppá at avrika væl, og so fáa vit at síggja, hvat tað fer at bera við sær. Møguleikin er ikki so stórur at vinna bólkin, men vit fara at arbeiða fyri tí møguleikanum, og um tað ikki eydnast at vinna, so er næstfremsta plássið uppá spæl, og tað hevur stóran týdning, tí tað ber røkk ella støkk dystir í mars við sær, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Allir spælararnir í føroyska hópinum eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini. Kappingin er so mikið stór, at onkrir, sum spæla á høgum støði uttanlands, ikki vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld.

Lítil ivi tykist at vera um, hvussu liðið fer at síggja út. Stóri spurningurin er, hvør verður undir liðini á Géza Dávid Turi á sentrala miðvøllinum. Tað verður mest sannlíkt Jákup Biskopstø, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hin møguleikin er Jóannes Bjartalíð, sum stóð seg væl, tá ið hann í 2-2 dystinum í Kasakstan var undir liðini á Géza Dávid Turi.

Jóannes Bjartalíð og Jákup Biskopstø eru vinmenn. Teir vóru í nógv ár liðfelagar í KÍ, áðrenn Jóannes fór av landinum at royna seg sum fótbóltsspælari.

30 ára gamli Jóannes Bjartalíð hevur síðani 2019 spælt 46 landsdystir, og 28 ára gamli Jákup Biskopstø hevur síðani 2020 spælt 35 landsdystir.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

Í gjár kl. 16:10

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48