Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Í kvøld smáskýggjað og turt, men í nátt fer at draga á luftina. Hitin 8 til 13 stig.
Sunnudagin
Lítið lot norðan, minni enn 6 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin 5 til 10 stig.
Mánadagin
Lítið lot norðan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin 4 til 9 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og sum frá líður fer at regna. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind eystan eystan 5 til 10 m/s, sum út á fyrrapartin gongur upp í norðan. Samdrigið allan dagin og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 7 til 12 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.