Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á seinnapartin minkar til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin samdrigið og ælaveður ella regn, men út á seinnpartin skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, framvegis av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, okkurt ælið og í støðum møguliga mjørki. Hitin 8 til 12 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið minkandi niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og sól, men í stødum møguliga mjørki. Út á dagin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann eystur í landsynning og minkar vindin. Tað dregur á luftina og ælaveður, møguliga mjørki, og út á kvøldið regn. Hitin 10 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin veksur til frískt lot til frískan vind og lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Út á kvøldið framvegis frískt lot til frískan vind, men hann lækkar niður útsynning, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og sum frálíður regn. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 11:49