Ongi úrslit

Veðrið

© Privat
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og yvirhøvur turt. Í kvøld lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Í nátt av landnyrðingi og sum frá líður skýggjað. Hitin 6 til 11 stig, í nátt niður í 2 stig í støðum.

Týsdagin

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, sum frá líður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 10 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina vestan, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin Hitin 8 til 11 stig.

Hósdagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, og ælaveður ella regn. Um kvøldið lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn. Hitin 10 til 13 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, stundum frískur vindur 10 m/s, skiftandi skýloft og regn. Um náttina av útsynningi, samdrigið og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, samdrigið og regn, um kvøldið ælaveður. Hitin 10 til 12 stig, um náttina niður í 6 stig

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00

Tað pínur løgtingsmannin alvorliga

6 tímar síðan