Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður, í støðum mjørki. Út á seinnapartin longri ímillum ælini, tó framvegis tám ella mjørki í støðum. Í kvøld frískt lot til frískan vind milluim sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum tám ella mjørki og driv ella okkurt ælið, men aðrastaðnis bert hálvskýggjað og yvirhøvur turt, mest norðanfyri. Hitin 11 til 15 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot millum sunnan og útsynning, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Skýggjað, í støðum tám, og okkurt ælið, mest sunnanfyri, men eisini sólglottar, mest norðanfyri. Hitin 10 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, stundum mjørki og sirm ella okkurt ælið, men eisini sólglottar, mest norðanfyri og eystanfyri. Sum frá líður gongur hann upp í vestan, og um náttina hækkar hann upp í útnyrðing. Hitin 10 til 14 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lot, minni enn 5 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, tó norðanfyri okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 11 stig.
Sunnudagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot millum eystan og landsynning, 3 til 8 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.
Veðurstova Føroya