Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Móti ættini samdrigið og ælaveður ella driv, undan ættini skýggjað, sólglottar, og okkurt ælið. Sum frálíður klárnar nakað og longri millum ælini. Í kvøld minkar vindurin til lot til frískt lot, framvegis av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Móti ættini skýggjað, undan ættini hálvskýggjað. Í kvøld ælaveður, mest norðanfyri, men annars yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, og bert okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot av útnyrðingi, sum frálíður norðan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 10 stig.

Týsdagin

Lítið lot norðan, sum frálíður landnyrðingur, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, stundum sól og bert okkurt ælið . Hitin 7 til 10 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, um kvøldið norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Hitin Hitin 7 til 10 stig.

Hósdagin

Lítið lot norðaneftir, sum út á dagin lækkar niður í útsynning, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, út á dagin ælaveður og í støðum møguliga mjørki. Hitin 9 til 12 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, okkurt ælið og í støðum møguliga mjørki út. Hitin 9 til 12 stig.

Veðurstova Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00