Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og einstøk æl, í støðum mjørki. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og einstøk æl, í støðum mjørki. Hitin 8 til 13 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Um kvøldið lækkar hann í landsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað fyrst turt, men sum frá líður fer at regna. Hitin 8 til 13 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um kvøldið minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Mánadagin
Frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður, men sum frá líður skiftandi skýloft og bert einstøk æl. Hitin 8 til 13 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og regn ella ælaveður.. Hitin 8 til 13 stig.
Veðurstova Føroya