Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í kvøld minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt, í støðum vestanfyri okkurt hendinga ælið. Hitin alt samdøgrið 9 til 14 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður samregn. Um kvøldið lækkar hann í landsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum móti kvøldinum veksur upp í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men sum frá líður yvirhøvur turt. Út á náttina samdrigið og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, tó sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi til frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður samregn. Hitin um 11 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57