Ongi úrslit

Vend í Barentshavinum: Toskakvotan hækkar fyri fyrstu ferð í seks ár

Eftir fleiri ár við niðurskurði hækkar toskakvotan í Barentshavinum 14 prosent í 2027. Noreg og Russland hava gjørt nýggja fiskiveiðiavtalu.

© Havstovan.
Eftir seks ár við niðurgongd vendir gongdin. Noreg og Russland hava samtykt at hækka toskakvotuna í Barentshavinum 14 prosent í 2027.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Noreg og Russland hava undirskrivað eina nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2027, sum gevur fiskiskipunum størri kvotur av bæði toski og hýsu í Barentshavinum.

Avtalan varð undirskrivað fríggjadagin 23. oktober eftir truplar samráðingar í Istanbul í Turkalandi.

Toskakvotan hækkar 14 prosent

Samlaða kvotan av norðureysturarktiskum toski verður 325.000 tons í 2027. Tað er 14 prosent meira enn í ár og fyrstu ferð í seks ár, at toskakvotan hækkar.

Norski parturin verður 156.997 tons.

Hýsukvotan hækkar 18 prosent og verður 180.336 tons. Av hesum fær Noreg 88.973 tons.

Kvotan av svartkalva hækkar 11 prosent til 21.000 tons, meðan kvotan av kongafiski minkar trý prosent til 67.090 tons.

Eins og í ár verður eingin lodnuveiða loyvd í 2027.

Truplar samráðingar hóast 50 ára samstarv

Norski fiskivinnu- og havmálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, fegnast um avtaluna, men ásannar, at samráðingarnar hava verið truplar.

Serliga hava norsk tiltøk móti tveimum russiskum reiðaríum sett sín dám á samráðingarnar.

– Fyri fyrstu ferð í seks ár síggja vit eina hækking í toskakvotuni í Barentshavinum. Tað er sera gleðiligt, sigur hon.

Noreg og Russland hava samstarvað um umsitingina av fiskastovnunum í Barentshavinum í 50 ár.

Londini eru eisini samd um eina felags havrannsóknarætlan fyri 2027 og at halda fram við felags reglum fyri fiskiskapin.

Harumframt verða reglurnar fyri umsiting av toski og hýsu longdar í fimm ár.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07