Ein svenskur maður, sum var handtikin og varðhaldsfongslaður í Føroyum í síðstu viku, verður í morgun sendur av landinum.
Starvsfólk hjá føroysku løgregluni fylgja honum til Keypmannahavnar, har svensku myndugleikarnir taka yvir málið.
Maðurin varð handtikin fríggjadagin eftir umbøn frá svensku myndugleikunum, sum ynsktu hann útflýggjaðan til Svøríkis.
Eftir viðgerð í Føroya rætti varð staðfest, at lógargrundarlagið fyri útflýggjan var til staðar, og tí varð hann varðhaldsfongslaður í eina viku.
Í dag verður útflýggjanin framd. Maðurin er undir illgruna fyri at hava framt álvarsligan persónfarligan kriminalitet í Svøríki í mai.
Sambært svensku myndugleikunum kann revsingin fyri tey ákærdu brotini vera upp til sjey ára fongsul.