Ongi úrslit

Verri karmar og lívfrøðiligir váðar: Alivinnan ávarar um vaksandi trýst

Nýggj gjøld, hægri kostnaðir og álvarsamar lívfrøðiligar avbjóðingar hótta kappingarførið hjá føroysku alivinnuni, sambært Havbúnaðarfelagnum.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Føroyska alivinnan stendur framman fyri einum tvífaldum trýsti. Samstundis sum vinnan skal handfara laksalús, sjúkur og vaksandi trupulleikar við kópi, eru vinnukarmarnir vorðnir bæði tyngri og dýrari seinastu árini.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðing síni fyri 2025.

Nýggj gjøld og hægri kostnaðir skapa ótryggleika

Sambært felagnum hava fleiri lógar- og kunngerðarbroytingar gjørt tað munandi torførari at reka alivinnu í Føroyum. Í 2024 varð ein nýggj skipan við tøkugjaldi og serskatti sett í verk, og serskatturin kom í gildi 1. januar 2025.

Havbúnaðarfelagið heldur, at skipanin skapar ótryggar karmar fyri langtíðaríløgur, tí skatturin ikki byggir á veruligu úrslitini hjá fyritøkunum.

Felagið vísir eisini á hægri gjøld fyri aliloyvi, hægri el- og oljuprísir og skipanina hjá Apoteksverkinum, sum sambært vinnuni ger heilivág dýrari enn hjá kappingarneytunum í grannalondunum. Úrslitið er, at kostnaðarstøðið er vaksið munandi.

Lús, sjúkur og kópur hótta framleiðsluna

Samstundis stríðist vinnan við fleiri lívfrøðiligum váðum. Laksalús hevur framvegis hægstu raðfesting, men eisini sjúkur sum CMS, táknusjúkur og ILA eru stórar avbjóðingar. Feløgini nýta millum annað feskvatnsviðgerð, mekaniska avlúsing og framrokningar fyri at halda lúsatrýstinum niðri.

Ein annar trupulleiki er kópur, sum sambært Havbúnaðarfelagnum ger alsamt størri skaða. Kópur elvir til meira felli, órógvar fiskin og kann minka um vøksturin. Trupulleikin er eisini vaksandi í øðrum alilondum kring Norðuratlantshav.

Havbúnaðarfelagið ávarar um, at føroysk alivinna kann missa sítt altjóða kappingarføri, um vinnan ikki fær tryggari og meira kappingarførar karmar, samstundis sum lívfrøðiligu avbjóðingarnar verða hildnar undir tamarhaldi.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24