Komandi dagarnar verður Miðvágur savningarstaður fyri fólk úr øllum Vágum og aðrastaðni úr Føroyum. Vestanstevnan verður hildin frá 7. til 12. juli og hevur bæði kappróður, ítrótt, tónleik, familjutiltøk og onnur tiltøk á skránni.
Trý feløg standa fyri stevnuni
Tað eru Miðvágs Róðrarfelag, Miðvágs Bóltfelag og Miðvágs Badmintonfelag, sum í felag skipa fyri Vestanstevnuni í ár.
Kappróður er sum vant ein týðandi partur av stevnuni. Men skráin fevnir eisini breitt og skal savna bæði børn, ung, vaksin og eldri til nakrar dagar við felagsskapi, mentan og lívi í bygdini.
Miðvágur er gjørdur klárur
Vága kommuna hevur seinastu vikurnar arbeitt við at fyrireika miðstaðarøkið í Miðvági til stevnuna.
Bygdin er fríðkað, nýtt fríøki er gjørt við gamla hondbóltsvøllin, nýggj ljós eru sett upp í viðarlundini, og arbeiðið við nýggja útipallinum er liðugt.
Útipallurin verður alment tikin í nýtslu fríggjakvøldið, tá Vestanstevnan verður sett. Hann skal frameftir vera karmur um konsertir, framførslur og onnur tiltøk í miðstaðarøkinum.
Arbeiðsfólk hjá kommununi hava saman við Ung í arbeiði eisini fríðkað um bygdina, so Miðvágur er væl fyrireikaður at taka ímóti teimum mongu vitjandi, sum væntast til stevnuna.