Ongi úrslit

Viðgerðin verður ikki flutt til Klaksvíkar - serlæknarnir mæla staðiliga frá tí

Áki Bertholdsen
6. juli kl. 08:37

Dialýsuviðgerð verður ikki sett í verk á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Í seinastuni hava politikarar úr Norðoyggjum, fleiri ferðir, reist spurningin um at fáa dialýsu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, akkurát sum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Og nú hevur Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, reist spurningin enn eina ferð. Hann spyr um landsstýriskvinnan hevur politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Eyðdis Harmann Niclsen sigur, at hon hevur bæði vilja og ætlanir um at skipa fleiri viðgerðir og heilsutænastur kring landið. Men treytin er, at dygdin er í lagi og í samsvari við fakligu leiðbeiningarnar á økinum.

Í 2024 varð dialýsa skipað á Suðuroyar sjúkrahúsi, tí avleiðingarnar av sjóvegis ferðingini um Suðuroyarfjørð var so tyngjandi hjá sjúklingunum, at mett var, at tað var neyðugt at gera tað tá ið sjúklingarnur annars eru væl fyri.

Men serlæknarnir í nýrasjúkum vóru ivasamir um tað og teir mæla staðiliga frá, at fleiri dialýsur verða kring landið.

Í hesum sambandi verður eisini víst til leiðreglurnar fyri nýramedisin har tað stendur, at  tað skal vera eitt hóskandi tal á sjúklingum fyri at kunna varðveita neyðugu royndirnar.

Tí er tilmælið frá serlæknunum í nýrasjúkum, at ein so framkomin viðgerð, sum dialýsa er, eigur í mesta mun at verða miðsavnað, tí tað er besta fortreyt fyri at varðveita eitt høgt fakligt støði, ið gagnar sjúklingunum.

Samstundis verður víst á, at samanborið við onnur lond, er dialýsan á Landssjúkrahúsinum, lítil, og verður dialýsan norðanfjørðs sundurlutað, er vandi fyri, at fakliga tilboðið versnar.

Í Danmark hava dialysudeildir eitt grundarlag upp á 200.000 til 300.000 fólk. Við einum grundarlagi upp á 55.000 fólk í Føroyum, er dialýsan her á landi sera lítil. Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað longu nú eitt stríð at halda eitt nøktandi fakligt støði.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at av tí sama eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta dialýsu á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Danskur Alzheimer-sjúklingur fingið positiv boð

20. august kl. 21:01

Veðrið

23. august kl. 15:29