Ongi úrslit

Vilja gera bygningin til bústaðir til lesandi

Landsstýrismaðurin vil hava, at Skúlaheimið skal gerast til bústaðir til lesandi
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Enn er eingin avgerð tikin um, hvat Skúlaheimið í Marknagili skal brúkast til. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Fíggjarnevndin spurt landsstýrismannin, hvat ætlanin er at gera við Skúlaheimið í Marknagili.

Sum støðan er nú, er tað Glasir, sum stendur fyri Skúlaheiminum, og rekur tað. Men leiðslan á Glasi við sleppa av við Skúlaheimið, tí tey halda, at tørvurin á einum skúlaheimi er ikki longur tann sami sum fyrr.

Talið á búgvandi á Skúlaheiminum er lækkað, og leiðslan á Glasi sigur, at tað er tyngjandi fyri raksturin, at tey eisini hanga upp á tað.

Men enn er avgerð ikki tikin um Skúlaheimið, men sjálvur mælir landsstýrismaðurin til, at Skúlaheimið verður gjørt til lestrarbústaðir, og at tað verða Bústaðir, sum skulu umsita tað.

Bústaðir liggha undir Bústaðarmálaráðið, og tí verður málið í fyrsta umfari umrøtt við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, sigur landsstýrismaðurin í mentmálum.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

20 tímar síðan

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48