Fróðskaparsetur Føroya verður 19. og 20. august karmur um eina altjóða verkstovu um smáar vindmyllur í arktiskum økjum. Verkstovan er ókeypis og opin fyri øllum.
Á Arctic Distributed Wind Turbine Workshop fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar at leggja fram og umrøða vindorku við serligum denti á smærri vindmyllur og tær serligu umstøðurnar, sum gera seg galdandi í arktiskum og avbyrgdum økjum.
Frá vindmyllum til smá elnet
Skráin fevnir víða. Millum evnini eru grundreglur fyri vindmyllur, royndir við smáum vindmyllum, íbinding í smærri elnet og meting av vindorkutilfeingi.
Eisini verður komið inn á haldføri og mótstøðuføri, sniðgeving av veingjum og staðbundnan og felags ognarskap í varandi orkuskipanum.
Millum fyrilestrarhaldararnar eru serfrøðingar frá National Laboratory of the Rockies, Pacific Northwest National Laboratory, University of Calgary, DTU, SEV, Nukissiorfiit, Samsø Energy Academy og Fróðskaparsetri Føroya.
Tveir dagar í Nóatúni
Verkstovan verður hildin í Ovastovu á Fróðskaparsetrinum í Nóatúni mikudagin 19. august og hósdagin 20. august frá klokkan 12 til 17 báðar dagarnar.
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri verkstovuni við stuðli frá SEV og Føroya Verkfrøðingafelag.