Ongi úrslit

Vird leikkvinna er deyð

Maggie Smith er ein av fáu sjónleikarum, ið hevur vunnið Oscar, Emmy og Tony heiðurslønir

Eyðun Klakstein
27. sepember 2024 kl. 17:51

Heimskenda bretska sjónleikakvinnan Maggie Smith er deyð 89 ára gomul.

Tað upplýsir familjan fyri Sky News. 

Maggie Smith vaks upp í Ilford í Essex í Onglandi og fór úr skúlanum sum 16 ára gomul fyri at fylgja dreyminum um at verða sjónleikari. Hon byrjaði at spæla sjónleik í 1950'unum og fekk drúgva yrkisleið. Hon hevur verið virkin til nýliga og hevur verið vird sum sjónleikari.  

Mong kenna hana helst sum Minerva McGonagall í Harry Potter-filmunum ella sum herligu Violet Crawley í sjónvarpsrøðini Downton Abbey.

Maggie Smith vann tvær Oscar heiðurslønir, fýra Emmy heiðurslønir og eina Tony heiðursløn. Hon vann eitt nú Oscar heiðursløn sum besti sjónleikari fyri avrikið í filminum The Prime Of Miss Jean Brodie frá 1969.

Synirnir, Chris Larkin og Toby Stephens, upplýsa fyri Sky News, at mamman doyði á sjúkrahúsi.

– Hon var saman við familju og vinum seinastu løtuna. Eftirsitandi eru eitt nú tveir synir og fimm ommubørn.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54