Ongi úrslit

Vísindaligar kanningar benda á at tað kann bjarga fleiri kvinnum

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Eru nakrar ætlaninir um at bjóða fleiri aldursbólkum av kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba? Tað vil Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn nú hava landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, at greiða frá.

Hon spyr eisini um Sjúkrahúsverkið hevur neyðugu orkuna at kanna fleiri aldursbólkar av kvinnum, og hvat tað kanska hevði kostað.

Ruth Vang sigur, at bæði í Føroyum, og í londunum kring okkum, verður oktober mánaði, eisini kallaður ljósareyður oktober, tí tá verður ljós varpað á bróstkrabba. Krabbameinsfelagið vísir í hesum sambandi á týdningin av arbeiðinum móti sjúkuni. Í Føroyum vísa hagtøl, at 10. hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.

Í nøkur ár hava føroyskar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár havt tilboð um at verða kannaðar fyri bróstkrabba annaðhvørt ár.

Sama tilboð um slíkar mammografikanningar annaðhvørt ár er í hinum Norðurlondum. Men í Íslandi og í Svøríki Ísland hava tey víðkað aldursbólkin, soleiðis at allar kvinnur í aldrinum 40-74 ár fáa tilboð um kanning.

– Fakfólk eru ikki á einum máli, men vísindaligar kanningar geva ábendingar um, at tað gevur úrslit at bjóða kvinnum eitt nú yngri enn 50 ár kanning, sigur Ruth Vang.

Og nú vil hon so hava at vita um nøkur ætlan er um hetta í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12