Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn 25. september. Hetta er 19. ferðin, at tiltakið verður hildið. Kl. 8.30–15.00 verða 20 stuttar framløgur í Kongshøll á fjórðu hædd.
Gransking verður gjørd livandi
Á Svalanum á aðru hædd og uttanfyri verða tiltøk fyri stór børn, ung og vaksin. Stovnar og feløg skipa fyri samvirknum tiltøkum og kappingum á básum. Havstovan sýnir fram ymiskar fiskar, og næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.
Endar við miðlafagnaði
Kl. 15.30 endar dagurin við miðlafagnaði. Á skránni eru snarrøðukapping og eitt gestainnslag um samspælið millum list og gransking. At enda verður heiðurslønin fyri bestu almennu miðling av gransking handað.
Tilmelding er ikki neyðug, og øll tiltøk eru ókeypis. Framløgurnar verða stroymdar beinleiðis. KVF tekur tær eisini upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.
Les meira um Vísindavøkuna.