Nú fáa vit eina nýggja, og dagførda heildarætlan um kynslig brotsverk. Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot um kynslig brotsverk.
Øll tingfólk úr andstøðuni, uttan Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, hava hava lagt málið fyri Løgtingið.
Og í uppskotinum skjóta tey umm, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum tilmælum um, hvussu kynslig brotsverk kunnu fyribyrgjast og basast.
Tá ið heildarætlanin er løgd, skulu øll neyðug lógaruppskot í hesum sambandi verða løgd fyri Løgtingið.
Og tað er ikki ofta tað hendur, men hesa ferð tekur eisini ein samd samgonga undir við einum uppskoti frá andstøðuni, og vil hava Løgtingið at samtykkja tað.
Ein samd Trivnaðarnevnd sigur nevniliga, at tað er týdningarmikið, at almennu Føroyar viðurkenna, at tað er ein samfelags ábyrgd at basa hesum trupulleika.
– Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi, siga nevndarlimirnir í Trivnaðarnevndini, sum umboða allar tríggjar samgonguflokkarnar, umframt Javnaðarflokkin, Sjálvstýri og Tjóðveldi í andstøðu.
Tey siga eisini, at vit skulu gera alt, vit kunnu fyri tey, sum hava verið fyri ágangi.
Støðan er nógv broytt upp á fá ár
Í 2015 fingu vit eina heildarætlan um kynsligan ágang, men síðani nógv hent í samfelagnum og brotsverkini eru eisini nógv broytt.
Nú er tað serliga talgildur ágangur, sum er ein vaksandi trupulleiki og tað er eisini ein nýggjur máti hjá brotsfólkum at fáa fatur á børnum og ungum, og eisini tilkomnum.
Samstundis eru vitanin, fyribyrgingin, viðgerðartilboðini og stuðulsskipanir til tey, sum hava verið fyri ágangi, eisini nógv ment hesi árini.
– Tiltøk, sum verða sett í verk, mugu leggja upp fyri støðuni vit hava í dag og tí er tørvur á eini nýggjari heildarætlan um at fyribyrgja og basa kynsligum brotsverkum, sigur ein samd Trivnaðarnevnd.
Tey siga, at hesi seinastu árini hava Føroyar verið við í einum norðurlendskum samstarvi um langtíðaravleiðingarnar av kynsligum ágangi í barnaárunum.
Nú er semja um at víðka hetta samstarvið. við tí endamálið at stuðla upp undir at betri samskipað og faklig tiltøk og tilboð, kunnu setast í verk.
Serligur dentur verður lagdur á at styrkja førleikarnar at avdúka kynsligan ágang, umframt at samskipa arbeiðið tvørtur um geirar - og at tryggja skjóta hjálp til tey, sum hava verið fyri ágangi.
Norðurlendska netverkið er farið til verka við hesum arbeiði, og eisini Kris er við í tí. Eftir ætlan skal úrslitið av arbeiðnum vera frágreiðing við niðurstøðum og tilmælum, og hon verður liðug um eitt ár.
– Tá ið hetta arbeiðið er liðugt hava vit eitt sterkt fakligt grundalag at byggja víðari á í arbeiðnum at fyribyrgja og basa kynsligum brotsverkum, sigur Trivnaðarnevndin.
Tí er nevndin samd um at biðja Løgtingið samtykkja, út frá frágreiðingini, sum kemur um eitt ár, skal Landsstýrið gera eina føroyska heildarætlan við ítøkiligum tiltøkum at fyribyrgja og basa kynsligum brotsverkum.
Og tá ið hon er gjørd, skal Landsstýrið eisini leggja tey neyðugu uppskotini fyri Løgtingið, og annars at seta øll neyðug tiltøk í verk.