Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands fara í januar undir eitt nýtt umfar av vinnudíkjaranum, sum áður hevur verið nevndur Nýskapan í ferðavinnuni. Í 2027 verður serligur dentur lagdur á sølu, marknaðarføring og lønandi vøkstur.
Átakið byrjar 11. januar og heldur fram til 12. mars 2027 við verkstovum og øðrum tiltøkum 1-2 ferðir um vikuna.
Fleiri kundar og betri lønsemi
Hvussu røkkur tú teimum røttu kundunum? Hvørjar sølurásir hóska til títt tilboð? Og hvussu tryggjar tú, at størri søla eisini gevur betri lønsemi?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum luttakararnir fara at arbeiða við. Í vinnudíkjaranum fáa tey ráðgeving frá mentorum og fakliga sparring við serfrøðingum innan millum annað sølu, marknaðarføring, prísáseting og menning av virksemi.
Við støði í egnari fyritøku seta luttakararnir sær ítøkilig vakstrarmál og arbeiða við at røkka teimum. Tað kann vera at fáa fleiri bíleggingar, røkka nýggjum kundabólkum, menna samstarv við aðrar veitarar ella økja søluna uttan fyri háárstíðina.
Vørur og tænastur kunnu eisini tillagast við støði í kundaroyndum, so tær betur samsvara við eftirspurningin og møguleikarnar á marknaðinum.
Hevur tú okkurt ítøkiligt at selja?
Átakið er ætlað smærri fyritøkum og íverksetarum, sum longu hava eina vøru ella tænastu til ferðavinnuna og vilja taka næsta stig. Tilboðið skal vera á marknaðinum ella so mikið búgvið, at tað kann roynast við kundum, meðan átakið koyrir. Tað er ikki ein treyt at hava stóra sølu frammanundan.
Talan kann til dømis vera um upplivingar, gisting, mat, ferðaminni, ferðaleiðing ella aðrar tænastur til ferðafólk og ferðavinnufyritøkur.
Tilgongdin verður lagað eftir tørvinum hjá luttakarunum og gevur eisini høvi at knýta sambond, skifta royndir og finna samstarvsmøguleikar við onnur í ferðavinnuni.
Endamálið er at styrkja fyritøkurnar og skapa grundarlag fyri lønandi og burðardyggum vøkstri, sum gevur virði fyri bæði ferðafólk og lokalsamfelagið.
Søk um luttøku í seinasta lagi 24. november
Vilt tú arbeiða miðvíst við søluni og taka næsta stig við tínum virksemi, ert tú vælkomin at søkja um luttøku.