Ken Fagerberg doyði í gjár 37 ára gamal. Tað hava foreldrini váttað fyri Göteborgs-Posten.
Hann kom sambært FaroeSoccer til Føroya í 2017 og spældi eisini í Vágum í 2018 og 2019, tá ið hann eisini spældi við TB, sum hann eisini umboðaði í 2020 og 2021. Í 2022 og 2023 var hann í Royn, og í ár spældi hann tveir dystir við MB. Tilsaman spældi hann 68 dystir og skoraði 9 mál í Meistaradeildini.
07 Vestur skrivar soleiðis í dag:
Vit harmast stórliga, nú tað frættist, at Ken Fagerberg er farin. Hann gjørdist bert 37 ára gamal.
Ken kom til Føroya í 2017 at spæla við 07 Vestur og var áleypari hjá okkum fram til summarið 2019. Tá var hann at rokna sum ein av størstu útlendsku spælarunum, sum nakrantíð er fingin til føroyskan fótbólt. Áðrenn hann kom til okkara, hevði hann t.d spælt 45 dystir við FC Midtjylland og 44 dystir við AC Horsens.
Seinni gjørdist hann venjari í felagnum, og í 2025 tók hann við sum høvuðsungdómsvenjari. Har deildi hann sínar royndir og sín eldhuga fyri fótbólti við okkara ungu spælarar. Børnini vóru øll góð við Ken, og hann var góður við tey.
Vit eru takksom fyri tíðina, vit fingu saman við Ken, á vøllinum og til venjingar. Tankar okkara eru hjá familju hansara, vinum og øllum teimum, sum stóðu honum nær.
Á hesi leinkju, kunnu vit minnast aftur á eina av stóru upplivingunum á vøllinum saman við Ken, tá vit í 2018 vunnu 4-2 á KÍ.
Hvíl í friði