Ongi úrslit

26 kappast um at vinna seg til Oyggjaleikirnar

Nýggi landsliðsvenjarin hevur úttikið bruttohóp við 12 kvinnum og 14 monnum, sum fram til flaggdagin hava møguleika at kvalifisera seg at vera við í Oyggjaleikunum

Svimisamband Føroya
15 minuttir síðan

Svimjisamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

Nýtt føroyskt landslið í svimjing úttikið

Nú FM var um vikuskiftið, varð ein bruttohópur úttikin til landsliðið í svimjing. Hetta var samstundis fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Kristian Martin Joensen.

Tey, sum nú eru umboðaði á føroyska svimjilandsliðnum koma úr Flot, FS, Susvim, Ægir og Havnar Svimjifelag, og talan er um 12 kvinnur og 14 menn.

Oyggjaleikir standa fyri framman og fleiri hava longu klárað bæði A og B kravtíðir, meðan onnur eru á gáttini at klára hetta. Kravtíðarskeiðið er heilt fram til 25. apríl, og ynskiligt er, at vit fáa so breiðan og sterkan hóp at umboða Føroyar til oyggjaleikirnar.

Tey, sum eru úttikin til landsliðið eru:

1. Rebekka Róðinsdóttir

2. Jón Hofgaard

3. Haraldur G. Mortensen

4. Sissal Rógvadóttir

5. Emma Debes

6. Jórun Winther

7. Barbara Debes

8. Jóhanna Ólavsdóttir

9. Lea Petersen

10. Durita M. Askham

11. Lea Osberg Højsted

12. Heini M. Askham

13. Fróði Hansen

14. Bárður Ólavson

15. Tórir Olsen

16. Benjamin Havn

17. Líggjas Joensen

18. Isak Brisenfeldt

19. Elisabeth Erlendsdóttir

20. Bartal Erlingsson Eidesgaard

21. Vár Eidesgaard

22. Silas Dam Lindberg

23. Ólavur Winther Jákupsson

24. Óli Mikkelsen

25. Theodor Salter

26. Lilja Harrysdóttir

Hjartaliga til lukku øll somul við úttøkuni, skrivar Svimjisamband Føroya.

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10